Mediedækning
1
Mediedækning
Titel Barnsburðartunglyndi undirmett Grad af anerkendelse National Medietype Radio Land/Område Færøerne Dato 03/06/2023 Beskrivelse Ein nýggj føroysk kanning av sálarligu heilsuni hjá føroyskum barnakonum avdúkar, at vandin fyri at fáa barnsburðartunglyndi er greitt undirmettur. Tað er Sanne Storm, ið hevur gjørt landsfevnandi kanningina, og týdningarmestu úrslitini í henni verða alment løgd fram í Kongshøll í Havn seinnapartin mikudagin.
- Hóast tunglyndi og angist eru millum kendastu sálarligu avbjóðingarnar hjá barnakonum, eru hesi viðurskifti lítið viðurkend og minni granskaði í føroysku heilsuskipanini, sigur Sanne Storm sigur í samrøðu við Birkblog.
Hon sigur, at tað kann fáa álvasligar avleiðingar fyri bæði mammu og barn - og enntá sálarligu heilsuna hjá allari familjuni - um ikki verður gáað eftir barnsburðartunglyndi.
- Tá verða umstøðurnar at byggja fyrsta trygga knýtið millum mammuna og barnið so mikið meira avbjóðandi, sigur Sanne Storm.
Landsfevnandi kanningin, sum hon hevur gjørt í tvørfakligum samstarvi millum jarðamøðratænastuna, Gigni og Psykiatriska Depilin, fevnir um 424 føroyskar kvinnur.
Sjúkrakassagrunnurin, hvørs pengar upprunaliga komu frá vanligu sjúkrakassalimunum í landinum, stuðlar kanningini.Producer/forfatter Hilmar Jan Hansen URL https://kvf.fo/greinar/2023/06/03/barnsburdartunglyndi-undirmett Personer Sanne Storm
Emneord
- Depression
- Graviditet
- Perinatal
- Mental sundhed